Kakir
Mazarin kaka
1 ? personer
150 gr. mjøl
110 gr. plantumargarin
50 gr. flormelis
100 gr. smør (skal verða smør)
100 gr. melis
2 egg
100 gr. mandlir (við skali)
1 tsk. mandildropar
sjokolada
Botnurin :
Rør mjøl, plantumargarin og flormelis saman, og koyr í ein form, og upp við kantinum.
Fylla  (í kvirluna) :
Koyr fyrst mandlirnar í, so tær hakkast fínt, koyr so smør, melis, egg og mandildropar í og tendra kvirluna aftur.
Koyr so hettar oman á botnin.
Bakast á 200* í 35 min.
Tá kakan er køld, skal hon smyrjast við smeltaðari sjokoladu

Marcipanlagkaka
1 ? personer
1 lagkakubotn
1 pk. róma
½ pk. spønsjokoladu ella 1 kókisjokoladu
ca.85 gr. marcipan
evt. súltitoy
Legg lagkakubotnin á ein talerk.
Smyr evt. súltitoy omaná
Píska róman og sker sjokoladuna niður í, koyr omaná botnin.
Rulla marcipanið út, og legg tað sum lok omanyvur.
Lagkaka við jarðberum og súrróma 36 %
1 ? personer

2 bk. súrróma 36 %
200 gr (85 gr.) melis
400 gr. jarðber
2 stk. lagkakubotnar

Píska súrróman væl, so røra melis í, legg jarðber og súrróma ímillum botnarnar, til síðst súrróma omaná, pynta við jarðber.
P.S. 200 gr.melis til nýggj jarðber, og 85 gr. melis til jarðber í blikkum.
Lagkakubotnar (hvítir ella brúnir)
2-3 botnar ? personer
3 egg
130 gr.melis
1 spsk. kalt vatn (kóka fyrst)
50 gr. mjøl
50 gr. kartoffelmjøl
½ tsk. hjortataksalt
Til brúnan botn :
1 stóra tsk. vanilliesukur
2 rokaðar tsk. kakao

Píska egg, melis og tað kalda vatni saman, rør so mjøl, kartoffelmjøl og hjortataksalt í  (um botnurin skal verða brúnir), so vanilliesukur og kakao í eisini.
Koyr í rundar folioformar ella springformar (2 tunnar ella 3 tjúkkar botnar).
Bakast á 200* í ca. 8-9 min.
Hej!
Prøv at lave din egen hjemmeside ligesom mig! Det er nemt, og du kan prøve det gratis
ANNONCE